Lívið í havinum
Lívið í havinum
Tráða og bjargingarvestur
Tráða og bjargingarvestur

Hjartaliga til lukku til Auru, Ró og Ronju

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
17.05.24
Tær hava vunnið hvør sína tráðu, ein bjargingarvest og 4 pilkar. So nú kunnu tær fara á seiðaberg og skaffa familjuni góðan mat.

Í sambandi við umhvørvisvikuna 2024 varð skipað fyri veiðuferð eftir føroyskum fiskum á barnabókasavninum. Tey, sum luttóku, fyltu ein seðil út og fingu eina brosju. Harafturat vóru allir luttakararnir við í einum lutakasti um at vinna 3 tráður og bjargingarvestar.

Veiðuferðin endaði leygardagin 11. mai, og hepnu vinnararnir gjørdust also Aura, Ró og Ronja. Tær hava fingið beinleiðis boð frá okkum.