Vættrar
Vættrar

23 vættrar

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
22.12.23
245 tóku av avbjóðingini og gittu, hvussu nógvar vættrar vóru í kassanum. 12 luttakarar høvdu gitt rætta svarið, sum var 23 vættrar.

Tey 12 fáa boð beinleiðis frá okkum, og tey hava vunnið hvør sín posa við lekkrum jólakonfekti.

Vættrarnar takka fyri, at tit tímdu at spæla við, og nú fara tær til arbeiðis.

Gleðilig jól!

Innkomnu svarini vóru sera ymisk, og vit eru ovfarin av, at stabbamyndin myndar eina spíska vættrahúgvu.

Vættratal - stabbamynd

Frámerki