Missión og visión
Missión (Høvuðsuppgáva)
Býarbókasavnið fremur upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi í Tórshavnar kommunu og í Føroyum annars.
Visión (framtíðarmynd)
Býarbókasavnið skal tryggja øllum borgarum í kommununi og borgarum aðrastaðni frá góða og sjónliga atgongd til upplýsing, lærdóm og mentanartilboð og geva hvørjum borgara sær, uttan mun til aldur, kyn, heilsustøðu, ella samfelagsliga støðu annars, møguleika fyri djúphugsan og menning av egnum evnum og førleikum.
Til at røkka endamálinum skal Býarbókasavnið hava til taks bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur og annað hóskandi tilfar, sum verður lænt út uttan viðurgjald, og sum umboðar dygd, fjølbroytni og er aktuelt. Neyðugt er eisini at hava starvsfólk, sum eru útbúgvin til at savna, skipa, meta um og miðla tilfarið og kunnu geva brúkarum holla vegleiðing í øllum viðurskiftum á bókasavninum. Eisini skal Býarbókasavnið bjóða umstøður, umhvørvi og kunning, sum vekir forvitni og áhuga fyri luttøku í samfelagi og mentanarlívi.
Sum arbeiðspláss skal Býarbókasavnið vera eitt stað, har starvsfólkini sleppa at royna seg yrkisliga og persónliga, og har tey verða vird og sædd bæði sum menniskju og sum fakfólk.