Lesiringar byrja aftur
Lesiringar byrja aftur

Lesiringar byrja aftur 5. september 2022

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
18.08.22
Bæði nýggir og royndir luttakarar eru vælkomnir við.

Dámar tær væl at lesa bøkur og tosa við onnur um lesiupplivingina, so er ein lesiringur kanska nakað fyri teg. 

Mánakvøldið tann 5. september kl. 18.30 verður fyrsta lesiringakvøld henda veturin. Hetta fyrsta kvøldið stovna vit nýggjar lesiringar við teimum, sum eru møtt. Men ofta halda gamlir lesiringar eisini fram ár um ár, og onkuntíð ber til at blíva partur av onkrum av teimum.

Lesiringarnir velja eina bók hvønn mánað, sum øll lesa. Síðani hittast luttakararnir á Býarbókasavninum kl. 18.30-20.00 fyrsta mánakvøld í hvørjum mánaði og práta um bókina. Bøkur seta hugsanir í gongd og vekja minnir og kenslur, so ofta gongur prátið væl. Prátað verður um álvarslig evni, tá bókin er álvarsom – og er tað ein stuttlig bók, ja, so rungar láturin á bókasavninum.

Summir lesiringar velja at hittast aðrastaðni enn á bókasavninum – á kaféum, í privatum heimum ella øðrum hóskandi støðum – og tað ber sjálvandi eisini væl til.

Tað ber til at skipa lesiringar út frá tema, tíðarskeiði, bókmentaslagi ella øðrum. Tað kundi t.d. verið føroyskar bøkur, klassikarar, stuttsøgur, feministiskar bøkur, bøkur eftir ein ávísan rithøvund – møguleikarnir eru óendaligir. Tað ber eisini til at lesa ymiskar bøkur uttan serligt tema. 

Íblástur til bøkur fæst við at lesa ummæli í bløðum, við at leita á netinum ella við at spyrja á bókasavninum. Bókasavnið kemur eisini við einum lista við bókum, sum bókavørðirnir á Býarbókasavninum viðmæla.

Góð hugskot um danskar bøkur kunnu t.d. finnast á www.laesekompas.dk, sum bókasavnið bjóðar atgongd til. Har er nógvur íblástur at fáa, og har ber til at finna bøkur, sum líkjast onkrum, sum tú longu hevur lisið.

Hvør einstakur hevur ábyrgd av at útvega sær bókina sjálvur. Bókasavnið hjálpir tó eftir førimuni. Um bøkurnar skulu útvegast umvegis bókasavnið, so er umráðandi at velja bøkur, sum ikki eru heilt nýggjar og nógv umbidnar, og bíleggja tær í góðari tíð.

Havið í huga, at nógvar bøkur kunnu hoyrast sum ljóðbók ella lesast sum e-bók. Tit kunnu t.d. læna ljóð- og e-bøkur ókeypis umvegis bókasavnið á www.ereolen.dk.

Luttøkan í lesiringum er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Frámerki