Handbók fyri superhetjur
Handbók fyri superhetjur
Dinosauravinir
Dinosauravinir
Bukkarnir Brúsi
Bukkarnir Brúsi
Grísa Peppa
Grísa Peppa
Colleen Hoover
Colleen Hoover

Børn og ung læntu hesar bøkur í 2023

Bøkur
Rithøvundur: Hanne Magnussen
13.02.24
Mest læntu barnabøkurnar, mest læntu myndabøkurnar og mest læntu ungdómsbøkurnar í 2023

Mest læntu barnabøkurnar í 2023

Seks av bókunum á listanum eru úr raðnum Handbók fyri superhetjur eftir Elias og Agnes Våhlund.

  1. Elias Våhlund: Handbókin
  2. Elias Våhlund: Reyði skorturin
  3. Joanne K. Rowling: Harry Potter og vitramannasteinurin
  4. Elias Våhlund: Afturkomin
  5. Elias Våhlund: Einsamøll
  6. Ole Lund Kirkegaard: Gummi-Tarzan
  7. Andy Griffiths: Træhúsið í 13 hæddum
  8. Elias Våhlund: Uttan vón
  9. Joanne K. Rowling: Harry Potter og vitramannasteinurin (myndprýdd útgáva)
  10. Elias Våhlund: Úlvurin kemur

Mest læntu myndabøkurnar í 2023

Dinosauravinir, Bukkarnir Brúsi og Grísa Peppa gjørdu vart við seg á barnabókasavninum.

  1. Lars Mæhle: Svimjikappingin
  2. Lars Mæhle: Eggið
  3. Lars Mæhle: Ferðin
  4. Lars Mæhle: Skattaveiðan
  5. Bjørn F. Rørvik: Bukkarnir Brúsi fara í skúla
  6. Grísa Peppa – Peppa hevur føðingardag
  7. Grísa Peppa – Tann móða prinsessan
  8. Bjørn F. Rørvik: Bukkarnir Brúsi koma aftur
  9. Sven Nordqvist: Dugir tú onki, Pettson?
  10. Jakob Martin Strid: Ótruliga søgan um ta risastóru peruna

Mest læntu ungdómsbøkurnar í 2023

Colleen Hoover hevur skrivað tríggjar av bókunum á listanum. Bøkurnar eftir Hoover eru romantiskar og snúgva seg sum oftast um ung fyrst í 20'unum. Hoover er millum tey fremstu, tá tað kemur til BookTok á TikTok: Hon skrivar um kærleika og stórar kenslur, men eitt stórt evni í bókunum er eisini stættamunur. Hon er sjálv uppvaksin í fátækradømi í Texas, har hon búði í einum trailer house, meðan hon skrivaði fyrstu bøkurnar hjá sær.
"It ends with us", sum er nummar trý á listanum, var tann bókin, sum gav henni viðurkenning uttan fyri USA.

  1. Colleen Hoover: Heart bones
  2. Suzanne Collins: Hungursleikirnir
  3. Colleen Hoover: It ends with us
  4. Ingun Christensen: Sólgrátur
  5. Dania Tausen: Skál
  6. Marjun Kjelnæs: Sum rótskot
  7. Neda Alaei: Hetta er ikki vit
  8. Holly Black: The cruel prince
  9. Danial Viðoy: Tvístøða
  10. Colleen Hoover: All your perfects
Tilfar