Trygvi Danielsen á Býarbókasavninum
Trygvi Danielsen á Býarbókasavninum

Um tiltakið

Tíð
14:00 - 17:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Skriviverkstova v/Trygva Danielsen

Hvønn mánað vitjar ein høvundur, ritstjóri ella annar vegleiðari.

Hesa ferð er tað Trygvi Danielsen (Silvurdrongur), sum vitjar á afturvendandi skrivikaféini hjá Býarbókasavninum.

Trygvi, sum er yrkjari, filmslistafólk og tónleikari, fer at leggja lag á við skrivivenjingum.

Skriviverkstovan er fyri øll - roynd sum óroynd.

*

Skrivikafé og -verkstaður hevur verið hvønn sunnudag allan vetur á Býarbókasavninum. Í skrivikaféini hava øll, sum ganga við einum rithøvundi í búkinum, ella vilja menna sítt skrivikynstur í felag við onnur, fingið eitt forum at hittast og skriva.

Skrivikaféin er fyri øll, sum hava hug at skriva, uttan mun til aldur, skriviførleika og hvat slag av teksti, tú skrivar.

Skrivikaféin er opin hvønn sunnudag kl. 14-17.

Hvønn mánað koma høvundar og ritstjórar at vegleiða og tosa um skrivikynstrið.