Fyrilestur við Ole Sonnichsen
Fyrilestur við Ole Sonnichsen um bókina "Rejsen til Amerika".
Fyrilestur við danska rithøvundanum Ole Sonnichsen um bókina Rejsen til Amerika (Lindhardt og Ringhof, 2020).
Við støði í bókini, fer hann at fortelja um stóru burturflytingina úr Danmark til Amerika í árunum 1850-1920. Hesi árini fluttu 300.000 danir til Amerika við vón um nýggja byrjan, ríkidømi og eydnu. Nøkur flýggjaðu eisini undan einari kriminellari fortíð og aðrari óeydnu. Og uppaftur onnur droymdi um eitt trúarlív, sum ikki var gjørligt í Danmark.
Tað gekk ikki altíð sum ætlað. Nøkur upplivdu knústar dreymir, deyða, sjúku og vónbrot. Onnur upplivdu eydnu, kærleika, og at stórir dreymir blivu til veruleika.
Ole Sønnichsen fortelur søguna útfrá nøkrum høvuðspersónum, og hann brúkar bæði orð og myndir í sínari frásøgn.
Frámerki