Tabletop Føroyar fara í onnur høli
Tabletop Føroyar fara í onnur høli

Tabletop Føroyar fara í onnur høli

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
10.01.24
Eftir knøpp trý ár á Býarbókasavninum er undirtøkan fyri borðspæli vaksin so nógv, at tørvur er á størri hølum. Tí flyta Tabletop Føroyar nú niðan í ungdómshølið Hollywood, sum er í kjallaranum í Blákrossbúðini

Síðan summarið 2020 hava Tabletop Føroyar og Býarbókasavnið havt samstarvsavtalu um innivist. Felagið hevur skipað fyri almennum og ókeypis spælikvøldum hvørt leygarkvøld, og hevur undirtøkan verið sera góð. Stóra undirtøkan hevur havt við sær tørv á størri hølum, og hetta er høvuðsorsøkin til, at Tabletop Føroyar nú flyta 100 metrar niðan eftir gøtuni í nýumvælda hølið Hollywood í Niels Finsens gøtu 20.

Vit takka fyri tíðina, Tabletop Føroyar hava húsast á Býarbókasavninum, og ynskja teimum bestu eydnu í nýggju hølunum. 

Tabletop Føroyar á Facebook

Úr Dimmalætting í september 2022:

Tabletop Føroyar fingið vind í seglini

Hvørt leygarkvøld eru borðspøl á borðunum á Býabókasavninum í Havn. Tað er áhugafelagið Tabletop Føroyar, sum skipar fyri spælikvøldum, har øll kunnu vera við. Undirtøkan hevur verið sera góð, og áhugin tykist bara at vaksa. Býarbókasavnið fegnast um hetta samstarvið og vónar, at tað áhaldandi kann styrkjast og mennast.

Tað var í juni 2020, at Tabletop Føroyar byrjaði sítt virksemi á Býarbókasavninum í Havn. Bókasavnið legði hølir til, og nevndarlimir í Tabletop Føroyum skipaðu fyri og komu við borðspølum. Tilboðið vísti seg at vera kærkomið og áhugavert hjá nógvum, tí undirtøkan var góð frá byrjan av. Hetta sæst eisini aftur á Facebook-bólkinum og -síðuni hjá felagnum, sum nú hevur yvir 600 limir og áhugaði.

Felagið hevur síðani eisini havt spælitiltøk í Perluni í Havn og í Skúlanum á Fløtum. Í summar var enntá eitt spælivikuskifti úti í Svínoy.

Nærvera og læring

Áhugin fyri borðspæli er eisini vaksandi uttanlands. Hetta er ein góður máti at brúka tíð saman og koma at kenna nýggjar vinir. Í fleiri av spølunum styrkir tú eginleikarnar at hugsavna teg og hugsa strategiskt. Haraftrat eru hetta sum oftast kærkomnar løtur uttan talgildar miðlar.

Spælikvøldini hjá Tabletop Føroyum á Býarbókasavninum eru ókeypis. Her ber til at royna seg í fleiri borðspølum, bæði kend og ókend. Øll eru vælkomin - børn og eldri, roynd og óroynd.