Artotekið

Læn eitt listaverk heim við

Artotekið á Býarbókasavninum læt upp 22. september 2022.

Býarbókasavnið hevur sett á stovn eitt lítið artotek, sum er eitt savn av grafiskum listaverkum, sum eru til útláns á sama hátt sum bøkur, filmar og annað bókasavnstilfar.

Við vælvild frá listafólkunum hevur bókasavnið fingið loyvi at læna myndirnar út. Lánitíðin er tríggir mánaðir í senn, og til ber at endurnýggja lánið eina ferð, um myndin ikki er reserverað. Av tí at artotekið enn ikki er so umfatandi, kanst tú bert læna tvær myndir í senn.

Yvirlit yvir listaverk