Git hvussu nógvar vættrar eru í kassanum
Git hvussu nógvar vættrar eru í kassanum

Kapping: Git vættrar

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
01.12.23
Kom á barnabókasavnið og git, hvussu nógvar vættrar vit hava lagt í kassan

Ert tú heppin ella dugir tú væl at gita, kanst tú vinna góðar vinningar á bókasavninum. Á einum borði á barnabókasavninum stendur ein kassi fullur av smáum vættrum. Hvussu nógvum vættrum siga vit ikki enn. Beint áðrenn jól fara vit at lesa leparnar, sum børn hava lagt í svarkassan. Tá síggja vit hvørji børn hava gitt rætt, og fara beinanvegin at ringja til tey. Vit skriva eisini úrslitið á heimasíðuna her.

Kom á barnabókasavnið áðrenn tann 21. desember, um tú vilt vera við í kappingini.

Tilfar