Ljóðbøkur
Ljóðbøkur

Føroyskar ljóðbøkur á eReolen

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Kristina Petersen
04.03.24
Nú kanst tú læna føroyskar ljóðbøkur á eReolen!

Við lánarakorti frá Býarbókasavninum ella einum øðrum føroyskum bókasavni kanst tú nú eisini læna føroyskar bøkur á eReolen.

Tá tú hevur ritað inn á eReolen, skalt tú tøppa * (stjørna, einki annað) ella ma=ly inn í leititeigin. Sálda síðani leitiúrslitið við at trýsta á "Filtrér" og velja føroyskt mál. Í eReolen-appini skalt tú trýsta á eitt ikon til ovarlaga í vinstru síðu fyri at filtrera.

Tað eru forløgini, ið hava givið prentaðu bøkurnar út, sum leggja ljóðbøkurnar á eReolen, so vónandi veksur talið av føroyskum ljóðbókum skjótt!