Hvat hendir, tá ið aldurin liðar tilvitið sundur, so tað alt í einum liggur sum eitt hálvlagt putlispæl í høvdinum við mongum villfremmandum brotum? Skaldsøgan tekur demensspurningin upp frá einum tilveruligum sjónarhorni og gevur honum eina samtíðarliga vídd í einum føroyskum samanhangi. Hetta er lívssøgan hjá eini eldri kvinnu, sum hon minnist hana í sínari viknaðu sinnisligu støðu, einsamøll og yvirgivin í eini íbúð onkustaðni í miðbýnum í Havn. Tað skýmir fyri endanum. Ymiskt burturtrokað streingir á og heimsøkir hana fyri tað ógjørda í lívinum og forsømda, ikki síðst kærleikan
Eintøk á bókasavninum
Heintar upplýsingar um eintøkini hjá bókasavninum...