- Bog
Tsatsiki skal byrja í fjórða flokki eftir summarfrítíðina, men fyrst skal hann vitja í Grikkalandi, har Dimitrisabbi liggur at doyggja. Tað er gott, at systkinabarnið Elena er har, tí hon finnur upp á nakað, so Tsatsiki næstan gloymir at vera keddur. Heimafturkomin gerast hann og Per Hammar blóðbrøður, og Tsatsiki roynir seg á rullufjøl. Sára heldur, at hann dugir øgiliga væl. Og búkurin á mammuni verður størri og størri. Skjótt verður Tsatsiki stóribeiggi!
- Lydbog (cd)
Tsatsiki er 10 ár. Í summarfrítíðini er hann hjá familjuni í Grikkalandi, har abbin liggur at doyggja. Heimafturkomin til Svøríkis fer Tsatsiki í fjórða flokk, og um jóltíðir verður hann stóribeiggi