Pippi Langsokkur vann barnavalið á Býarbókasavninum
At børnini hugsa nógv um umhvørvið, kann staðfestast, tí Luddi og Lundisa fingu 67 atkvøður, og vit eru vís í, at tey halda fram at berjast fyri okkara náttúru.
Herviligi Henry, sum vann stórsigur við seinasta val við at lova ”Bomm hvønn dag”, kláraði seg ikki heilt líka væl hesu ferð. Hann segði ”Nei til fastar songartíðir” og fekk 63 atkvøður.
Í alt 463 børn hava atkvøtt á Býarbókasavninum. Tá úrslitini frá hinum valstøðunum eru komin inn, fáa vit at síggja, um Pippi eisini hevur vunnið tað samlaða valið.
Atkvøðurnar eru býttar soleiðis:
73 Pippi Langsokkur
67 Luddi og Lundisa
63 Herviligi Henry
54 Vitello
39 Stóra Skrímsl og Lítla Skrímsl
29 Droya Drós
27 Lítla Mý
27 Gruffalo
25 Klemmiligi Klæmint
18 Wilbert
17 Vinni Vespa
13 Mamma Mu
9 Ógildugar
2 Blankar