Leita á heimasíðuni
Leiting
Leita eftir bókum og øðrum tilfari í stóra leititeiginum á forsíðuni. Ella trýst á "Leita" við sjóneykuni ovast. Leitar tú ógvuliga yvirskipað, t.d. hungursleikirnir, so verður leitiúrslitið so stórt sum gjørligt. Leitingin kann avmarkast við at leita eftir slagi av tilfari, rithøvundi, evni ella øðrum í vinstra bredda (í telduútgávuni). Tá tú hevur leitað, kanst tú velja, um tú vilt hava tilfar, sum bók, ljóðbók ella á netinum, ella um tú leitar eftir síðum á heimasíðuni.
Tú kanst eisini leggja fleiri orð afturat leitingini fyri at avmarka hana, t.d. hungursleikirnir boðkveggja. Skriva tey týðandi orðini, sum tú vilt leita eftir.
Um tú trýstir á tittulin í leitiúrslitinum, sært tú, um tilfarið finst sum fleiri ymisk sløg av tilfari.
Tú kanst leggja tittulin afturat einum minnislista við at trýsta á "Goym á lista".
Bílegg tilfarið við at trýsta á "Bílegg".
Vilt tú leita eftir evnum og sløgum av tilfari?
Royn at hyggja í Nýtt á hillunum, sum er eitt tíðarskipað yvirlit yvir alt, sum finst um ymisk evni og í ymiskum formi. Skriva til okkara, um tú saknar okkurt.
Víðkað leiting
• AND - bæði orðini skulu vera í postunum: herviligi AND henry
• OR - antin annað orðið ella hitt (ella bæði orðini) skal vera í postunum: sri lanka OR ceylon
• NOT - eitt ávíst orð skal ikki vera í postunum: obama NOT michelle
• trunkering - tú vilt hava ymisk brigdi av einum orðið - jokarin er *: politik*
• maskering - tú ivast í einum einstøkum bókstavi - jokarin fyri ein bókstav er ?: wom?n
• klombur - tú vilt seta saman fleiri orð: (gong* OR trek*) AND nepal
AND, OR og NOT skulu skrivast við spjaldrastavum fyri at vera uppfatað sum "operatorar" - "amboð" - heldur enn orð, sum leitað verður eftir.