Orkumátarar
Orkumátarar

Borrow an energy monitor

Kort nyt
07.09.20
Nú kunnu borgarar í Tórshavnar kommunu, skúlar og onnur læna ein elorkumátara á bókasavninum.

Ein elorkumátari er serliga týðandi fyri húsarhald, ið nýta meira streym enn miðal, ella har elrokningin er hægri enn væntað. Ein elorkumátari er harumframt væl egnaður í sambandi við undirvísing í skúlunum.

Um elorkunýtslan – uttan elbil og hitapumpu – er størri enn 2.000 kr (1.000 kWh) um árið fyri hvønn persón í húsarhaldinum, eru helst pengar at spara. Hetta krevur tó vitan um, hvar óneyðuga elorkunýtslan fer fram – og tað kann ein elorkumátari vísa á. Elorkumátarin vísir millum annað, hvussu nógv eitt tól nýtir í krónum, kilowatttímum, og hvussu stórt CO2-útlátið er.

Í umhvørvispolitikkinum “Grøna Leiðin” hjá Tórshavnar kommunu er mál sett um at skapa tilvitan um orkunýtslu og orkusparing. Ætlanin er, at hetta átakið er eitt fet fram ímóti at náa tað málið.

Harafturat stuðlar átakið upp undir økta býtisnýtslu; tað vil siga, at neyðugt er ikki, at hvørt húsarhald eigur sín egna elmátara. Tað minkar um framleiðslu og nýtslu av rávørum.

Umhvørvisdeildin samstarvar við Býarbókasavnið um hetta átakið.

Materialer