4 ókeypis barnafilmssýningar
Nú tjekkiskir mentanardagar eru í Føroyum, skipa vit fyri fýra ókeypis filmssýningum. Filmarnir verða sýndir á ovastu hædd, tvs hæddini uppi yvir barnabókasavninum. 
Fríggjadagin 18. mai kl. 10.30: Moldvørpan Fyri tey smæstu. Stuttir teknifilmar um moldvørpuna og vinir hennara. Eingin tekstur, bara tónleikur.
Fríggjadagin 18. mai kl. 16.00: Kooky Ondra hevur astma, og mamma hansara blakar gomlu bamsuna Kooky í skrell, hóast hon er yndisleikan hjá Ondra. Kooky roynir at sleppa heim aftur av ruskplássinum. Hann møtir ikki bara góðum á vegnum, men eisini óndum, og hann má manna seg upp fyri at gerast ein ordans hetja. Trailari Við enskari talu. 1 tími og 35 minuttir.
Leygardagin 19. mai kl. 10.30: In the Attic or Who has a Birthday today? Dukkufilmur. Ein dukka verður burturflutt, og hinar leikurnar mugu royna at bjarga henni. Trailari Við enskum undirteksti. 1 tími og 15 minuttir.
Leygardagin 19. mai kl. 12.00: Goat Story Stuttligur animatiónsfilmur, sum fer fram í miðøldini í Prag. Hann er um vinarlagið millum bygdardreingin Jemmy og geitina hjá honum. Jemmy verður góður við gentuna Katy, og geitin verður øvundsjúk. Trailari Við enskari talu. 1 tími og 20 minuttir.
Tjekkiskir mentanardagar í Føroyum - og á bókasavninum
Í mai eru tjekkiskir mentanardagar í Føroyum, og ein partur gongur fyri seg á Býarbókasavninum.
Mánadagin 14. mai kl. 16 verður almenn fernisering av framsýning av myndprýðingum, sum tjekkiska listakvinnan Renáta Fučíková hevur gjørt. Evnið fyri myndprýðingarnar er kinesisk fólkaævintýr og ævintýr eftir H. C. Andersen. Renáta Fučíková (f. 1964) er útbúgvin innan myndprýðing og grafikk á akademinum fyri list, byggilist og sniðgeving í Prag. Hon hevur myndprýtt nógvar barnabøkur - bæði ævintýr, bíbliur og bøkur um tjekkiska søgu. Hon hevur ein sera detaljeraðan stíl, og verk hennara eru merkt av kærleikanum til ævintýr. Renáta Fučíková hevur javnan framsýningar bæði í Tjekkia og aðrastaðni og hevur fingið fleiri virðislønir fyri myndprýðingar sínar. Verkini á framsýningini eru frá eini útgávu av ævintýrum H. C. Andersens, sum kom í 1999 og eini útgávu av kinesiskum fólkaævintýrum, sum kom í 2007. Framsýningin er at síggja á Býarbókasavninum í tíðarskeiðnum 14. mai til 16. juni. Fríggjadagin 18. mai og leygardagin 19. mai sýna vit tjekkiskar barnafilmar. Fylg við her á heimasíðuni og á okkara facebooksíðu fyri at fáa nærri kunning um filmssýningarnar. Les meira um tjekkiskar mentanardagar á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni
Vinnararnir eru funnir
Hósdagin 3. mai var freistin úti at lata inn myndir til teknikappingina við evninum "Vit rudda - kommunan skal skína". Nógv børn høvdu teknað, og tað var ringt hjá dómarunum at velja, hvør átti bestu hugskotini, men vinnararnir vóru: Zacharias (5. flokkur), Sára (1. flokkur) og Jákup (6 ár) Allar innkomnu tekningarnar verða sýndar fram á barnabókasavninum fram til 12. mai, og tú kanst eisini síggja vinnaratekningarnar við at trýsta her
Urtagarðsbøkur
Í mai sýna vit fram bøkur um urtagarðsbrúk.
Býarbókasavnið hevur hópin av bókum um t.d. plantur, urtagarðsinnrætting og møblar til garðin. Framsýningin broytist, so hvørt sum bøkurnar verða læntar.
|

Mentanarmunir, samleiki og kærleiki
Kim Chang er 11 ár, tá hon saman við mammuni flytir úr Hongkong til New York. Hongkong hevur í nógv ár verið serligt leigumál hjá Stórabretlandi, men í 1997 verður tað latið Kina aftur, og fólk kenna seg ótrygg. Kim Chang misti pápan longu sum heilt lítil, men hon og mamman, sum er musikklærari, hava havt eitt gott lív, hóast tær hava verið tværeinar. Nú eru tær so komnar til New York at byrja eina heilt nýggja tilveru. Mostirin Paula hevur búð har í fleiri ár, og hon hjálpir teimum við innferðarloyvum, ferðaseðlum, arbeiði og íbúð. Tað skal tó skjótt vísa seg, at tær noyðast at gjalda fyri hjálpina í ólukkumát, og nýggja lívið í New York gerst eitt satt vónbrot. Fleiri viðmæli »

Ræðandi science fiction
Tey trý ungfólkini Kathy, Ruth og Tommy vaksa upp á enska kostskúlanum Hailsham. Hetta er ikki ein vanligur kostskúli, men ein skúli, ið fjalir yvir sítt veruliga endamál, sum er at framleiða klóningar. Tá ungfólkini fáa sannleikan at vita, at tey eru ald upp til at gerast organdonorar, gera tey av at liva og elska, sum var tað teirra síðsti dagur. Fleiri viðmæli »
|